16. maj 2014

Laksasalat



Einaferð koyrdi eg í einum taxa saman við tveimum starvsfeløgum, harav annar er fótbóltsdómari. Hann og bilførarin, ein inkarnaraður HB'ari, prátaðu um ein dyst í í vikuskiftinum, sum ikki gekst so væl. Teir tóku til at onkur táraði. Eg mótmælti og helt at man kann ikki gráta um fótbólt og báðir svaraðu í senn, at "tað kann man gott!" Eg meini tað! Soleiðis eru vit so ymisk. Fyri nøkrum árum síðan var ein ungur maður fulkomiliga fasineraður av eini samrøðu millum meg og onkran annan. Hann "visti ikki at man kundi snakka so nógv og so leingi um mat".

Eg eri so heppin at hava eina góða vinkonu, sum tímir líka so væl sum eg at lesa um, gera, eta og ikki minst tosa um mat. Sjálvsagt er tað ikki bara matur sum bindur okkum saman, eitt vinalag er ein palet av so nógvum. Men vit eru samdar um at matur er ikki so at kimsa at og alt ov týdningarmikil til ikki at tosa um, sjálvt um onnur kanska troyttast av og á.

Hesa uppskriftina hava vit gjørt saman. Vit høvdu konfirmatión og eg hevði eitt hugskot um okkurt við ráum og royktum laksi saman. Síðan tosaðu og royndu vit okkum fram til rest. Ella eg tosaði og hon var kokkur, ein ikki so galin arbeiðsdeiling.

Salatin var virkuliga væl umtókt og hvarv skjótt. Vit eru samdar um at hon smakkar fantastiska væl.

Ein nokkso stór portión (vit gjørdu dupult so nógv)

Eitt hálvt flak av royktum laksi
Eitt hálvt flak av ráum laksi
1/2 - 1 iceberg salathøvd
1 bakki ella posi av babyspinat bløðum
1 bunti av várleyki
1 miðal glas av kapers, lítil ber ikki tey stóru
1 posi av salatmix, nøtir og kjarnir

Dressing:
1/2 dl sitrónsaft
1/2 dl olivenolja
2 fed av hvítleyki, frísk og pressaði

Rør dressingina saman og lat hana standa meðan tú gert salatina. Sker laksin í lítlar bitar, hann skal ikki karvast, men vera í rættiligum bitum. Sker iceberg nokkso smátt, men lat babyspinatið vera í heilum ella hálvum bløðum. Drena kapers og sker várleykin í flísar, minst til at brúka tann grøna partin eisini. Blanda salat og dressing saman. Smakka teg fram til hvussu nógva dressing tú vilt hava í salatina, so stoyt ikki alla í beinanvegin. Í somu løtu dressingin kemur í samband við laksin, broytist liturin eitt sindur, men soleiðis eigur tað at vera. Sitrónin viðgerð laksin, hóast at hann framhaldandi er ráur. Stoytt kjarnirnar út yvir og servera.

Væl gagnist.