31. maj 2012

Spíðs- og blomkáls salat



Endiliga vár! Endiliga er tað næstan summar. Fram við grillini og havamøblunum. Nú er summargrønmeti á skránni. Summargrønmeti er ikki bara grøn salat, ruccola, tomatir og agurkir. Tað er eisini spíðskál, blomkál, asparges, ertrar, nýggj epli og mangt annað. Frískt vælangandi summargrønmeti skal ikki krógvast í ov nógvum sósum og sterkum dressingum. Tær eru broysknar og smakka væl akkurát sum tær eru, dressing skal ikki vera meira enn akkurát soleiðis at hon stuðlar undir smakkinum.

20. maj 2012

Rabarbusúltutoy


Rabarbugarðurin hjá mær er ússaligur. Hann er neyvan ússaligur av sær sjálvum, tað er meira sannlíkt at gartnarin ikki hevur skil á at halda ein frískan rabarbugarð.  3 metrar frá mínum rabarbum, standa rabarburnar hjá grannanum, stoltar, sterkar og stórar og tey siga at tey gera einki við tær, tær vaksa bara. Á hvørjum ári standi eg og klóri mær á hárinum og hugsi um, hví mínar ikki eydnast. Heldigvís hava vit aðrar grannar, sum siga at teirra rabarbur eru forvirraðar.