4. april 2012

Groft rugbreyð

Tá tú fyrst byrjar at baka breyð, venst ikki aftur. Einki bakarabreyð kemur síðani uppá knøðini av einum breyðið, tú sjálv hevur rør, kínt og elt, latið gingið og síðan bakað. Lukturin av nýbakaðum breyði kann umvenda tann treiskasta. Minnini um breyðið hjá mammu ella ommu, kunnu fáa vaksin fólk til, um ikki at lippa, so at gloyma seg burtur í barndómsminnum við mjúkum ommum og fevnandi móðurørmum.

Lat okkum sláða tað fast, rugbreyð er sunt, tað smakkar væl og  tað gevur góða mettu.

Tað heldur seg frískt leingi og tað smakkar væl at rista.

Uppskrift til súrdeiggj finnur tú her

1,5 litur av flógvum vatni
1 klíp av geri (5-10 gram)
5 dl súrdeiggj
3 spsk salt
2 spsk honning
7 dl skárnar rugkjarnir
1,5 litur hveitimjøl
1,5 litur rugmjøl

Upploys gerina í vatninum og rør súrdeiggi í. Rør salt og honning í og síðan mjølið. Brúka besta amboðið tú hevur, nevniliga hendurnar, til at røra. Deiggi skal vera rættuliga bleytt.  Her er til 2 stórar rugbreyðsformar, koyr í formarnar beinanvegin. Lat breyðini ganga til deiggi er ájavnt við kantin. Tað er eitt gott hugskot at prika breyðini við einum stokki ella líknandi. (eg brúki trægrillpinnar), áðrenn tað fer í ovnin. Prika heilt niður á botn og rættiliga tætt, soleiðis at dampurin sleppur frá og ikki lyftur skorpuna leysa frá breyðnum. (tað er einki so irriterandi, sum tá skorpan dettur av breyðnum). Deiggi fellur eitt sindur saman, men tað gongur eitt sindur í ovninum.

Baka 65 minuttir við 185 stig hitaluft ella 200 stig uttan hitaluft.. Tak breyðini úr forminum beinanvegin tey eru bakaði. Um tú vilt hava harða skorpu allan vegin runt um, kannst tú koyra breyðið í ovnin aftur eini 5 - 10 minuttir uttan form. Lat breyðini kólna, áðrenn tú skert í tey.

Minst til at lukta til tey og njót tey væl. Vælgagnist.

2 kommentarer:

  1. Girnileg uppskrift takk. Vonandi gefst mér tími til að prófa...

    SvarSlet
  2. Lat meg hoyra um úrslitið, tá tú fert í gongd. Vælgagnist tær

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?