29. november 2011

Grindacurry


Nú eru nógv sum eiga grind. Tankin um ferska nýkókaða grind hevur avmarkaða ávirkan á matarlystin hjá mær, jú eina ferð um árið, men so er gott at har eru aðrir møguleikar. Turkað grind er virkuliga lekkur og kryddað í grýtu eisini ordiliga gott. Man fær hitan í hesum storminum.







Brúka passaligt av grind. Eg fekk ikki viga hana, men tað man hava verið nøkurlunda 1 kg. Sker grindina í bitar og legg hana í saltvatn í ein tíma. Ella tak hana beint úr frystaranum, tak hann úr posanum og legg hana í eitt fat við vatni og einum neva av salti. Tú kannst leggja hana í saltvatn um kvøldið og seta hana at turrmarinera um morgunin. Skola grindina og turka hana væl.

1 spsk paprika
1 spsk karry
1 laurberblað
1 tsk allanda
1 tsk kanel
pipar

Blanda grind og kryddaríðir væl. Dekka til og set í køliskápið í uml. 1-2 tímar ella meðan tú ert til arbeiðis.

4 leykir
2 spsk súreplaedik ella annan ljósan edik.
1/4 - ½ hvíttkál í strimlum
4-6 gularøtir

Steik grindina í rapsolju saman við leykinum, stoyt passaligt av vatni í saman við edikinum og kóka í ein tíma. Koyr grønmeti í og kóka víðari í ½ tíma.  Kryddaríðini javna nokkso væl sósina. Smakka til, evt. við einari tsk av sukri og annars salti um tað er neyðugt. Hav epli afturvið.

Vælgagnist

Ljósir grovbollar




Góðir sunnir gerandisbollar. Teir eru eitt sindur tungir, men har eru nokk av kostfibrum í. Hetta er ein rímuliga stór portión, nokk til at frysta. Vit plaga at taka upp so hvørt til morgunmat og koyra teir á combi - lágt í mikroovninum, uml. 2 minuttir á hvørjari síðu. So eru teir sum nýbakaðir. Køksvektin hjá mær gekk fyri, tí eru nøgdirnar í dl og  litrum.






5 dl Hvid Hvede
2,5 dl. havraklid
1,75 litur hveitimjøl
8 dl lunka vatn
2 dl súrgað mjólk    praktfult MBM produkt
25 gr ger
1½ spsk groft salt
2 spsk honning     altíð - altíð honning í breyð 
Græskar- ella sólsikkukjarnir til at koyra omaná

Upploys gerina í vatninum, rør súrgaðmjólk, salt og honning í. Síðan mjølið, men halt aftur við hveitimjølinum, tú skal brúka ein part til at knoða við. Og so er at, knoða, knoða, knoða og aftur knoða, til deiggi er samanhangandi og elastiskt.

Lat tað ganga leingi, uml. 2 tímar. Rulla til bollar. Dyppa toppin í vatn og síðani í kjarnir. Set at ganga í uml. 1 tíma. Baka 20- 25 min 180 gradir hitaluft.

Vælgagnist

26. november 2011

Høsnarungi a la Tikka Masala



Tað var intensiv eting á skránni. Tey fingu sær bæði eina ferð og tvær ferðir og ótu alt - og eg meini alt - varð etið upp. Tað seinast rísi var koyrt í tað seinastu sósina og etið beinleiðis úr grýtuni. Tað smakkaði ordiliga væl.





Eg kalli tað ikki  fyri Chicken Tikka Masala einsamalt, men eg seti "a la" frammfyri, tí annars eru tað ivaleyst tey fyrstu 50 (tað má vera ynskidreymar, man eg nakrantíð fáa so nógvar lesarar?) sum siga at hatta er ikki tað rætta tikka masala, tað rætta hevur ingifer og ikki kokosmjólk í ella o.l. og tey hava ivaleyst rætt. Eg eri inspirerað av chicken tikka masala og hetta er mín útgáva.


2 leykir, skornir smátt
2 fed hvítleyk, skorin smátt

rapsolja eftir tørvi
uml. 800 gr. av høsnarunga í bitum
1 spsk garam masala

1 tsk kanel
1 spsk spidskommen
1 tsk koriander
1 lítil frísk ella 1 turkað chili, hakkað ella knúst
salt og pipar
2 spsk tomatkonsentrat ella eina lítla dós
1 dós kokusmjólk
1 tsk sukur
2 dl. reina lættijogurt

Svitsa leyk og hvítleyk í oljuni til leykurin er glarur. Koyr høsnarungabitar í og brúnka væl. Koyr síðan kryddaríðir, kokosmjólk, tomakonsentrat og sukur í og kóka í 10 minuttir. Sløkk undir grýtuni og rør jogurt í, skal ikki kóka. Smakka til.

Vælgagnist





Pitabreyð við raspaðum flaki og tatarsauce

Hvat ger man eitt vanligt kvøld, tá helvtina í húsinum eru úti og tú ikki tímur at gera døgverða? Tað er freistandi bara at steikja speilegg, men tað kann man ikki gera hvørja ferð...? Í boksini átti eg raspað flak og ein pakka av pitabreyð. Í køliskápinum fann eg eina rest av icebergsalat og gularøtir, umframt alt til tatar-sauce uttan súrróma. Tað var skjótt at skaffa.Úrslitið var frískligt, lekkurt og meira sunt enn ósunt. Tað gleið væl niður.

Eg eri tann lukkuligi eigarin av einum minihakkara frá Tubberware, tað er eitt fantastiskt amboð. Man leggur bara tað sum skal hakkast í, hálar 4 ferðir við snórinum og svups! - so er alt perfekt fínthakkað. Einki við at nørkla við at hakkað hvítleyk, chili, kryddurtir longur. Hugsa sær, at man kann verða so glaður fyri eitt køksamboð. Hakkarin kom til góða nýtslu til tatarsauce'ina.

Strimla salatina og rív gularøtina groft. Steik flaki og hita pitabreyði í ovninum.

1 pk súrrómi 9%
2 spsk mayonaisi (eg veit - eg veit, men mayonaise fær dressingina at hanga saman)
1 lítla leyk
2 spsk frysta persillu
1 stóra tsk. dijon sinnop (ella bara sterkan sinnop)
1 stóra ella 2 smáar súltaðar drúvuagurkir
2 spsk kapers

Leykur, drúvuagurkir og kapers skulu hakkast. Tað er lætt um tú eigur ein minihakkara. Annars mást tú í gongd við knívin, men tað er skjótt yvurstaðið. Rør alt saman.

Fyll pitabreyðið og enjoy.

Vælgagnist.



24. november 2011

Suppa við jarðskokkum

 Jarðskokkar er ikki eitt serliga matligt navn, fullkomiliga ósjarmerandi. Á donskum "jordskokker", eg havi umsett beinleiðis og havi ikki kannað, um tað er rætt. Teir eru lítlir og merkiligir, men tá teir eru flustir og tilgjørdir verða teir lekkrir og smakka virkuliga væl. Serliga til suppu.






1½ litur høsnaboullion
750 gr. av jarðskokkum (1 pakki úr Miklagarði)
4 - 5 miðalstór  epli
3 gularøtir
Fríska timian og persillu
2 spsk citrónsaft
1 tsk sukur
1 pk matgerðarróma frá MBM (reyður 18%)

Flys grønmeti og sker sundur. Bint timian og persillu saman, so er tað lættari at taka uppaftur. Alternativt brúka ½ tsk av turkaðari timian og 1 spsk av frystari persillu. Kóka grønmeti og kryddurtir í suppuni í uml. 15 -  20 minuttir. Takk kryddurtirnar upp og blenda alt saman við róma, citrónsaft og sukur. Eg brúki ein hondblendara, men tað ber væl til í hvirlu ella vanligurm blendara. Kóka stutt uppaftur.

Vit høvdu nakrar bollar av ølandshveiti eftir sum vit ótu aftur við.

Vælgagnist

22. november 2011

Bollar av ølandshveiti



Bollarnir taka í mesta lagi 5 minuttir at gera, tað vil siga at viga, máta, røra og seta at ganga. Men so mást tú hava tol í í minsta lagi 8 tímar. Meðan tú svevur ella ert til arbeiðis ganga bollarnir seg til ta heiður og æru teir eiga at fáa. Teir eru broysknir uttaná og seigir innaní. Og teir smakka og lukta so fuglarnir syngja í november.





Keypsamtøkan hevur fingið hetta fantastiska mjølið, sum eitur ølandshvedemel. Bollar ella breyð verða eitt sindur myrkt og smakkurin er so góður. Tað er eitt sindur dýrt, uml. 44 kr. fyri 2 kg.,  Men man kann blanda tað við vanligt hveitimjøl, sum eg havi gjørt her.

 

½ litur vatn
uml. 10 gr. ger (eitt klíp av einum gerpakka)
½ litur ølandshvedemel
½ litur hveitimjøl
2 tsk groft salt
1 spsk honning

Grunduppskriftin er 1 partur vatn til 2 partar av ljósum mjølið. Hatta er vert at minnast, so kanst tú royna ymiskar samansetingar av mjøli. Tess meira groft mjøl tú brúkar, tess tyngri verða bollarnir el. breyðið.

Upploys gerina  í vatninum og rør síðani alt saman við eini sleiv. Tað skal bara rørast so tað hongur væl saman. Set at ganga á køksborðinum í minimum 8 tímar. Tú kannst eisini seta tað í køliskápið, tá kann tað standa leingi   - 1 døgn ella kanska longri. Skeiða deiggi á bakiplátu við vátari skeið, hvussu stórir er smag og behag. Mær dámar væl stórar bollar, so eg brúki eina stórari skeið (serveringsskeið). Gert tú teir minni, mást tú stytta um bakitíðina. Um deiggi hevur gingið í køliskápinum, má tað líka vakna í stovihita í uml. ½ - 1 tíma. Hita ovnin til 250 gradir hitaluft. Set bollarnir inn og skrúva niður á 235 gradir hitaluft. Stoyt ein lítlan kop av vatni inn á botnin í ovninum, so fært tú damp, sum er bestu umstøðurnar fyri bakingina og teir verða lekkurt broysknir.

Baka 20 - 25 min, kanska meira. Halt eyga við teimum, hitin er bráður, so tað kann knappliga ganga galið. Bollarnir skulu heldur hava í meira lagi enn í minna lagi.

Vælgagnist 




20. november 2011

Ovnstoktur fiskur og broccolisalat við granateplakjarnum

Lat tað vera sagt, so tað eingin ivi er um tað: Fríggjakvøld er besta kvøld í vikuni. Vikan er liðug og tað eru tveir heilir frídagar fyri framman. Tá skal man eta gott, okkurt sum øll í húsinum dáma og tey vaksnu fáa vín afturvið. Tað er ein kensla av frælsi og sum um man vaskar vikuna av sær. Vit gleða okkum altíð til fríggjakvøldsdøgverðan. Sum oftast fá vit dessert, men hesaferð tømdu vit bara frystiboksina fyri restir av ísi.


Eg hevði fingið nakrar smáðar kongafiskar.Tað er nokkso óvanligt at fáa fatur á, so tað ber væl til at brúka annan hvítan feskan fisk. Kongafiskur er ein virkuliga lekkur fiskur, nokkso fastur í tí. Og ver ikki so bangin fyri at stinga teg av fjaðrunum, tað er ikki so ringt sum tað ljóðar. Eg stakk meg nakrar ferðir og har var einki at føla dagin eftir.






Fyrst varð fiskurin kruvdur, fjarðarnar kliptar av og roðsli reinsað av. Sker einar 2-3 ferðir í skræðuna á hvørjari síðu og legg í eina skuffu. Hava tit flak so legg tey beint í skuffuna. Stroyð við salt og pipar og dryppa við olju og citrónsaft. Eg brúkti citrónolju, men bæði oliven og rapsolja riggar væl. Vend og endurtak.



Hita ovnin til  250 gradir hitaluft, set fiskin inn og skrúða niður til 235 gradir. Steik fiskin í uml. 20 minuttir ella til hann er liðugur, tað sær man lættliga. Hvussu leingi hann skal steikjast, kemur an uppá fiskin.



Broccolisalat við granateplakjarnum


1 frískt broccoli
½ granatepli
1 piparfrukt
3 várleykir
1 neva av breiðblaðaðari persillu
Dressing
3 spsk olivenolja
2 spsk hvítvínsedik
1 pressað hvítleykfeds
1 tsk dijonsinnop
1 tsk honning
salt

Tað kann vera eitt sindur ringt at fáa granatepli og breiðblaðaða persillu. eg havi funnið bæði í Miklagarði fríggjadagar. Um man ikki finnur breiðblaðað persillu kann man brúka eitt sindur av rucula ella bara gera salatina uttan.

Byrja við at røra dressingina saman, so hon kann standa og trekkja eina løtu. Sker grønmeti í passaligar bitar og tak kjarnurnar úr granateplinum. Broccoli skal blancherast - ikki kókast. Legg tað í kókandi vatn í fá sekundir, max. 15, stoyt í eitt dørslag og lat kalt vatn renna yvir. Blanda grønmeti og dressing saman tá broccoli er kalt.

Afturvið  fiskinum og salatini, fingu vit epli og hollandaise sauce - og eina fløsku av chardonney hvítvíni frá Argentina.

Vælgagnist.

Hindberkaka við hvítari sjokolátu

Hindberkaka við hvítari sjokolátu


Leygarkvøld og Barnaby er á skránni. Tann nýggi Barnaby er fínur og glíður væl og lættliga niður. Vit søkka niður í sofuna og sløkkja fyri  BADH, skatting av pensiónum og øðrum nútíðartrupulleikum. Afturvið morð í Midsommer fáa vit kaffi og hindberkaku.


Marengsbotnur
2 eggjahvítar
100 gr. sukur

Hindberrómi
uml. 150 - 200 gr. fryst hindber
1 pk. av róma
3 spsk av sukri
1 tsk vaniljusukur

100 gr. hvít sjokoláta

Set hindberini at tiðna í eini skál og stroyð sukur og vaniljusukur út yvir.

Meginreglan fyri maregns er 50 gram av sukri til 1 eggjahvíta. Um man bara brúkar ein botn, kann hann væl vera eitt sindur tjúkkur og tá er 2 eggjahvítar passaligt. Um man vil hava 2 botnar til at leggja saman, hevði eg gjørt botnarnar tynri og so brúkt 3 eggjahvítar og 150 gr. av sukri.

Píska eggjahvítarnar so stívar, at tú kannst venda skálini upp og niður. Píska sukri í í smáðum, koyr ikki alt í í senn. Smyr á bakipappír á stødd við tað fatið tú skalt brúka. Til marengs riggar tað best at brúka tað bakiundirlagið, sum man kann brúka umaftur. Pappír setur seg altíð fast og so kann man brúka restina av degnum uppá at pilka tað leyst undan. Hitt riggar perfekt hvørja ferð.

Baka botnin 1 tíma á 130 gradir hitaluft.

Píska róman rættuliga stívan, tí berini hava nógva vætu og rómin kann gerast rættuliga tunnur, um hann ikki er nóg stívur. Ver varin, tí knappliga er rómin smør! Rør hindberini væl saman við sukrinum og vend alt varðisliga saman. Breið hindberróman út yvir botnin. Hakka sjokolátuna og stroyð útyvir.

Vælgagnist.