8. december 2011

Reyðrótasalat

Her er framhald av tema vetrargrønmeti. Reyðrøtir eru fantastiskar, tær eru søtar og hava lekran konsistens. Og so eru tær bíligar og halda sær leingi í skápinum. Tað svansar nokkso illa at arbeiða við teimum, tí tær hava so nógv litevni í sær. Men tað eru ráð fyri tí, eingangshanskar er ein góð uppfinning og er perfekt um tú ikki vilt hava reyðar fingrar í fleiri dagar.

Eg eri púra vekk í kapers. Hesu søltu og eitt sindur súru berini eru genial til grønmetis salatir ella dressingar. Serliga til reyðrøtir og tomatir.


4 - 6 reyðrøtur
½ purra
2 súrepli
2 spsk kapers

Dressing:
2 spsk rapsolja
2 spsk hvítvínsedik el. súreplacideredik
1 tsk dijonsinnop
1 tsk honning
salt og pipar

Kóka reyðrøtir við flusi í 45 minuttir. Koyr salt í vatni. Blanda alt til dressingina saman. Legg tær í kalt vatn tá tær eru kókaðar og gníggja skalið av teimum, minst til hanskar. Karva tær í smáar bitar. sker purruna fyrst í helvt eftir longdini síðani aftur í helvt og karva síðani smátt. Rív súreplini groft. Ger hetta meðan reðrøturnar enn eru heitar, men allíkavæl ikki heitari enn at tú klárar at nema við tær.

Blanda alt saman í eina skál. Reyðrótasalat riggar væl afturvið bæði fiski og kjøti.

Vælgagnist

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?