13. december 2011

Karrysild

At sita rundan um eitt gott náttverðaborð, kann ikki yvirmetast. Eg meini ikki sjálvtøkuborð, men eitt rættiligt dekkað borð, har man kann práta og eta í frið náðum. Eitt sjálvtøkuborð kann blíva nokkso stressað og man fær ikki frið til at njóta. Man sær matin standa frammanfyri sær og man nýtist ikki fylla tallerkin, so alt verður blandað saman. Ein viðskera í senn, legg til merkis smakkin og njót matin. Her er ein frísklig sildasalat til náttverðaborðið



1 spann av marineraðari sild (800g/400g)
1 ílat av súrróma 18% frá MBM  (fantastiska MBM, sum hevur so nógv hágóðsku produktir)
2 spsk mayonaise
½ tsk sukur
½ - 1 tsk av karry (smag og behag, smakka teg fram)
2 lítil ella 1 stórt súrepli
2 spsk kapers
2 harkókaði egg
1 purra
salt og pipar

Rør fyrst súrróma, mayonaise, karry og sukur saman, og lat tað standa og trekkja meðan tú gert restina til. Sker puruna fyrst í helvt eftir longdini og síðan aftur í fjóðringar. Karva síðan í lítlar bita. Eg átti bara ½ purru, so eg koyrdi ½ reyðleyk í afturat, tað riggar fínt. Flys og rív súrepli groft. Karva eggi í grovar bitar. Tað kann blíva nokkso svansut at karva egg, so eg plagi at brúka eggjaskerarin. Sker fyrst eggi í flísar, vend so egginum 90 gradir og sker aftur og hokus pokus, nú er eggi í passaligum bitum. Um sildin er heil fløk, sker tað so í munnbitar. Turka sildina eitt sindur, um hon er vát, verður dressingin ov flótandi. Rør alt saman og smakka til við salt og pipar.

Vælgagnist

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?