8. december 2011

Bakað reyðkál

Eg eri ikki tann størsti fjepparin av salat. Jú um tað er vár og summar og rávørurnar eru heilt ferskar. Lekkrar vælluktandi tomatir, sprødar agurkir og salatleykur og heilt frískt salat er virkuliga gott. Men í december er tað seson fyri nøkrum heilt øðrum. Rótfruktir og kál - og purrir frískar og angandi -  í alskins fantastiskum útgávum. Eg eri enn ikki heilt vælbevandra í hvussu hesi skulu viðfarast, so fyri tíðina eksperimenteri eg í stóran stíl.


Eg havi brúkt kirsuberjasós, ta heilt vanligu, sum vit ofta eiga inni hesa tíðina. Tað ger tað eyka jólaligt, men um tú ikki eigur hana inni, so brúka okkurt reytt súltutoy í staðin. Eigur tú ikki sitrónsaft, so brúka súreplacideredik og bara 2 spsk

1/4 ella ½ reyðkál, tað kemur an uppá støddina
1 purra
2 spsk rapsolju
3 spsk kirsuberjasós
3 spsk sitrónsaft
salt og pipar

Sker reyðkáli tunt og purruna í tunnar flísar. Blanda alt saman í eitt eldfast fat. Dekka til við staniol og baka til 180 gradir hitaluft í 1 - 1½ tíma. Kanna um tað hevur tað gott aftaná ein tíma, so kannst tú meta um. Tað má gjarna verða eitt lítið sindur karameliserað.

Tað riggar væl afturvið nærum øllum útgávum av kjøti.

Vælgagnist

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?